Sumbiar kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi.

Frá 1. juni 2017 er galdandi:

Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.

Áðrenn djór verður útflýggjað ánaranum, verður kravt gjald fyri upptøku og vistarhald av djórinum; gjaldið er ásett av Føroya Landfúta.

Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.

Hundar:    
Fast gjald fyri upptøku kr. 300,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu kr. 35,00
     
Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór:    
Fast gjald fyri upptøku kr. 125,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu kr. 35,00
     
Seyður:    
Fast gjald kr. 125,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey fyrstu 6 samdøgrini seyðurin er í varðveitslu kr. 60,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur, eftir hetta. kr. 35,00
     
Ross og onnur stórdjór:    
Fast gjald kr. 600,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur, djórið er í varðveitslu. kr. 125,00

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 14. august 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba
Mostly Cloudy

10°C

Sumba

Mostly Cloudy

Humidity: 98%

Wind: 12.87 km/h

  • 23 Jul 2017

    Mostly Cloudy -17°C 9°C

  • 24 Jul 2017

    Partly Cloudy 11°C 8°C