sumbiarbergholTýsdagin 20.06.2017 skrivaðu Landsverk og El-Service undir sínamillum sáttmála til veiting av nýggjari el-og trygdarskipan í Sumbiartunlinum.

Avtalan millum Landsverk og P/F El-Service á Skála fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í Sumbiartunlinum, sum fer at vera á sama støði sum í Viðareiðistunlinum. Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum og eldsløkkjarum, CO- og NO-mátarar (til mátingar av vandamiklum gassum úr akførum), vakmyndatólum, stoppljósum og bummum. Harumframt verður sett upp ein sonevnd SRO-skipan, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Trygdaarbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av, í hvønn mun játtan verður á fíggjarlógini til uppgávuna. Til arbeiðið verða í ár nýttar 1,0 miljón krónur, ið fara til at gera teknikkhús og fáa lagt inn streym í tunlinum til fartelefonskipanina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár.

kelda: jn.fo

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 14. august 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba
Mostly Cloudy

10°C

Sumba

Mostly Cloudy

Humidity: 98%

Wind: 12.87 km/h

  • 23 Jul 2017

    Mostly Cloudy -17°C 9°C

  • 24 Jul 2017

    Partly Cloudy 11°C 8°C