Í 19. øld var tað so, at fleiri niðursetubygdir vóru grundaðar í Føroyum, og var Akrar ein av teimum.

Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum, var úr Sumba. Hetta var í 1817.
Seinri fluttu onnur til bygdina.

Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur Nesbóndans hinumegin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av.

Kendasti táttur hansara er eisini Nesbóndatátturin, har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 29. juni 2017 kl. 19:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her