Vikarbyrgi

 

Í juli 2010, bleiv bygdin Víkarbyrgi aftur mannleys.

  

 

 

Í bókini "Víkarbyrgi" hjá Erling Poulsen sála, kunnu vit lesa um bygdina Víkarbyrgi, har hann greiðir frá,

at Víkarbyrgi varð eftir søgnini løgd í oyði, tá íð Sóttin svarta í 1349 gekk í Føroyum, og lá óbygd til um leið

1830, tá Jógvan Joensen úr Sumba, vanliga kallaður Jógvan eystan Á,  búsettist í Víkarbyrgi.Víkarbyrgi

otto

 

Nú bygdin aftur liggur mannleys er tí, at Otto Poulsen sum er
komin væl uppí árini, og sum var síðsti skrásetti persónur  í
Víkarbyrgi, flutti í 1989/90 til Sumba at búgva.
 
Hann bleiv ikki fyrr enn í juli 2010 skrásettur hjá fólkayvirlitinum
at verða búsettur í Sumba.
 
Teir síðstu sum beinleiðis búðu fast í bygdini vóru, Danjal Johan
og Hilmar Jacobsen, teir fluttu úr bygdini, og búsettist í Sumba
miðskeiðis í 1990'innum.
 
Í dag verða húsini sum standa eftir í bygdini, brúkt til summarhús. 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 17. apríl kl. 19:00.

NB:  Ì Samkomuhúsinum

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba