Ung i arbeidiAftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 30. Umsøkjarin skal vera fyltur 13 ár 1. juni og ikki 18 ár 29. juli 2016.

Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.

Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Tíðarskeið

Byrja verður 4. juli 2016, kl. 08.00 (viku 27) og fram til og við 29. juli 2016 kl. 16.00 (viku 30).

Ung i arbeidi 1

Tilmelding

Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at trýsta á her Tilmelding "Ung í arbeiðið 2016"

  • Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 24. juni 2016.
  • Umsøkjarar skulu búgva í Sumbiar kommunu.
  • Vera fylt/ur 13 ár áðrenn 01.06.2016 og ikki 18 ár 29. juli 2016.

27. juni verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.

Arbeiðstíð

Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.

Løn

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.

Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.

Sumbiar Kommuna

 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 09. oktobur 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba
Partly Cloudy

3°C

Sumba

Partly Cloudy

Humidity: 100%

Wind: 24.14 km/h

  • 23 Sep 2017

    Showers 12°C 10°C

  • 24 Sep 2017

    Partly Cloudy 12°C 9°C