IRFMánadagin 5. mars 2018, byrja fólk frá reinsitænastuni hjá IRF at tøma rottangar í Sumbiar kommunu.

Byrja verður í Sumba, og enda verður á Økrum.

  

IRF heitir á fólk í Sumbiar kommunu um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til.
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið.
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa.
  • at lokið er trygt og heilt.
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

Reglugerðin sigur, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Sumbiar Kommuna

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 14. decembur 2018 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba
Mostly Cloudy

7°C

Sumba

Mostly Cloudy

Humidity: 87%

Wind: 17.70 km/h

  • 03 May 2018

    Showers -17°C 6°C

  • 04 May 2018

    Rain 8°C 7°C