GipspláturGips gevur sera dálkandi útlát frá sær, tá tað verður brent. Hugsið tí um umhvørvið og latið gips til tyrvingar - eisini allir smærri avskurðir. Gips er eitt náttúruligt tilfeingi, sum skal tyrvast.

Umframt at brenningin av gipsi gevur dálkandi útlát frá sær, fer tað eisini sera illa við Brennistøðina hjá IRF, tá ið gips verður brent.


Borgarar kunnu lata gips inn á kommunala endurnýtsluplássið. Sambært reglugerð frá Umhvørvisstovuni má gips ikki blandast saman við øðrum burturkasti. Gipsið skal latast inn í lokaðari bingju ella stórsekki, og tað er týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum. Upplatingartíðirnar fyri kommunalu endurnýtsluplássini kunnu síggjast her: https://irf.fo/bingjuplass/?menuid=1018.

Fyritøkur og kommunur kunnu lata gips til tyrvingar eftir avtalu við IRF á tlf. 41 42 43.

Gipsið, sum kemur inn til IRF, verður tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi, har tað ongan skaða ger á umhvørvið, av tí at tað, sum nevnt omanfyri, er eitt náttúrutilfeingi.

Meira kann lesast um skiljing og endurnýtslu av ymiskum burturkasti á www.irf.fo.

Kunning frá IRF

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 16. novembur 2018 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba
Mostly Cloudy

7°C

Sumba

Mostly Cloudy

Humidity: 87%

Wind: 17.70 km/h

  • 03 May 2018

    Showers -17°C 6°C

  • 04 May 2018

    Rain 8°C 7°C