Skriva út

Ung i arbeidiAftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 29 til og við viku 30. Umsøkjarin skal vera fyltur 13 ár 1. juni og ikki 17 ár 01. juni 2019.

Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.

Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Tíðarskeið

Byrja verður 15. juli 2019, kl. 08.00 (viku 29) og fram til og við 26. juli 2019 kl. 16.00 (viku 30).

Ung i arbeidi 1

Tilmelding

Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at trýsta á her Tilmelding "Ung í arbeiðið 2019"

04. juli verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.

Arbeiðstíð

Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.

Løn

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.

Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.

Sumbiar Kommuna