Folketingsvalg 2019Til veljarar til fólkatingsvalið ónsdagin tann 5. juni 2019 í Sumbiar kommunu.

Atkvøðugreiðslan fer fram ónsdagin 5. juni 2019 á hesum støðum:

 

Fyri veljarar í Sumba og Víkarbyrgi:

á kommunuskrivstovuni í Sumba

Fyri veljarar í Lopra og Økrum:

í bygdarhúsinum í Lopra

 

Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl 9.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg. Samb. kap. 7, § 38.

Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 3. juni 2019, kl.14.00.

Heimaval:
Tey, ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 370344 ella 226013.

Valkort:
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.

Valstýrið í Sumbiar kommunu

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 26. august 2019 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba