EldraradEndamálið hjá eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS).

Fyri at stilla upp skalt tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri. Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2021 til 31. des. 2024

Valevnisfráboðan fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Suðuroy.

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.

Eingin kann vera stillari fyri meira enn einum valevni.

Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum, í seinasta lagi fríggjadagin 16. okt. 2020 kl.12.00.

Persónar á innkomnu valevnislistum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri BHS:

  • Sumbiar, Porkeris, Hovs, Fámjens og Hvalbiar kommuna 1 lim hvør.
  • Vágs og Tvøroyrar kommuna 2 limir hvør.

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 16. oktobur kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba