sumbaNú fari er um Mikkjalsmessu er tað neyvan krónur og oyru, ið menn og kvinnur hava á munni.

 

 

Nei uttan iva eru vendingar so sum merkur, kilo og pund at hoyra, og ikki er tað løgið, tí í eini av størstu innangarðs bóndabygdunum í landinum, er enn gomul og góð siðvenja at fólk flest, tekst við slakt og annað slíkt í tí sambandinum, og soleiðis er eisini nú í Sumba á heystið 2020, hóast Korona er nýðyrði burturav.

Men nú tá 29. september er farin afturum, sita mong, ið hava átikið sær at samskipað kvøldskúlaskeiðini, og snara og venda tølum, og vita hvat ber til at hava á skránni, og á sama hátt, sum tá ið man stingur sperðil, má metast um hvat skal við, og ikki og ofta kann ein av bestu bitunum víkja, tí rúmd ikki er, uttan so at tað skrædnar, og í yvirførdum týdningi er her talan ikki um merkur, kilo ella pund, men krónur og oyru.

Soleiðis kann tað kennast sum høgur spenningur, ja eins og tá krovini skulu vigast, tí júst í dag, tann 1. oktober á hvørjum árið, er vanligt at flestu kommunur í landinum boða frá hvat ið er á skránni fyri vælvitjaðu vetrarskeiðini.

Sumbiar kommuna hevur seinastu tíðina, fingið úr hondum greitt, eina heilt neyva og rúma kvøldskúlaskrá, við skeiðum bæði í Sumba og Lopra, men eisini er leita tvørturum kommunumark og í tøttum samstarvið við Tvøroyri og Vág er lagt upp til ein spennandi kvøldskúlavetur.

Tað er neyvan møguligt at hava eina kvøldskúlaskrá, uttan so at stuðul verður fingin til endamálið, og í verandi løtu verður bíða eftir svari frá undirvísingar og mentamálaráðnum, sum viðgerð umbøn um hægri játtan.

Tá svar fyriliggur verður lýst, hvat er á skrá, men vanliga byrjar kvøldskúlin eftir heystferiuna, ella sindur seinni.

Í longri tíð hevur alment verið arbeitt við at menna skipanina viðvíkjandi undirvísing í føroyskum fyri útlendingar sum hava annað enn føroyskt sum móðurmál.

Sum skilst er nýggj námsætlan gjørd fyri økið, og ástøði er tað, ið byggir á altjóða viðurkenda CEFR skipan.

Í Suðuroynni er ætlanin at skipað CEFR undirvísingina sum toymisverk har øll undirvísingin er saman, soleiðis at møguleiki er at knýta í útbúgvingarskipanir í Suðuroynni.

Hesari ætlan hevur kvøldskúlin í Sumba víst áhuga, og lagt er upp til at flest allar kommunur vera við, men í skrivandi stund er í øllum førum greitt, at kvøldskúlin í Sumba, í Vági og á Tvøroyri, fara at seta á skrá CEFR, um ætlanin verður kjølfest.

Tí verður lagt upp til at undirvísingin verður Miðnámsskúlanum í Hovi.

Almenna undirvísingin í Sumba / Lopra, eins og undirvísingin í samstarvið við Vág og Tvøroyri, er sum altíð, treytað av nóg nógvari undirtøku ella tilmelding og nøktandi stuðli, og er tað hetta síðsta, sum bíða verður eftir, áðrenn skrá verður kunngjørd.

Kvøldskúlin í Sumbiar Kommunu

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 16. oktobur kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba