Tunnusláttur var nú leygardagin í Sumba, sum elligamal siður er. Tunnuslátturin er bæði fyri menn og kvinnur, eina tunna er fyri menn og ein fyri kvinnurnar.

Gomul mynd

 

 

 

 

 

Í ár var luttøkan eisini stór, 36 mans vóru um at sláa tunnuna hjá monnum, og 15 kvinnur slóðu tunnuna hjá kvinnunum.

 

Byrja var kl. 13.00 í samkomuhúsinum síðani var marsjera heim á Òlafløtt, har tunnuslátturin hevur verði hesi seinastu árini.

Hjá monnunum bleiv Frits Poulsen kattakongur, og hjá kvinnunum bleiv Finngerð Jacobsen kattadrotning. Sjálvur tunnuslátturin var liðugur umleið kl. 18.30.

Føstulávintshaldi byrjaði kl. 19.30 í Samkomuhúsinum, har hildið var áfram til langt út á náttina, umleið 110 fólk høvdu tekna seg til sjálvt Føstulávintshaldi.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 17. apríl kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba