Áheitan til allar borgarar í Sumba.Vatn
Bygdarfólk í Sumbiar kommunu mugu kóka drekkivatnið.
Mælt verður øllum borgarum í Sumba, til at kóka drekkivatnið, inntil onnur boð verða givin.

 

 

Eftir at kommuna hevur tikið royndir av vatninum í vatnbrunnum sum eru í Sumba, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, staðfest at vatni skal kókast áðrenn tað kann drekkast.

Kommunan hevur gjørt ábøtur á brunnarnar, og nýggjar vatnroyndir eru sendar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.


Upplýsingar um vatn frá Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Um vatnið hevur ljótan lit, luktar og/ella smakkar illa, so er tað ikki vælegnað til drekkivatn.

Mangan eru tað smáverur, serliga bakteriur og virus, sum eru størsti vandin. Hesi kunnu drepast við at kóka vatnið.

Tá vatnið er skitið, eigur at verða sagt frá á rætta stað. Hetta er hjá vatnveitaranum, sum oftast er kommunan, men tað kann eisini vera eitt privat vatnfelag.

Tað kann vera, at vatnveitarin ikki veit um íkomna trupulleikan. Um kommunan ikki letur við seg koma, so kann viðkomandi borgari kæra kommununa til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Bygdarráðsfundir

Bygdarráðsfundir verður 29. mai 2022. kl. 20:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

 Akraberg 1  Akraberg 2
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba