Sumba
 
 
 
 
Saman við Ráðgevarafyritøkuni PB Consult, hevur Sumbiar kommuna nú gjørt spillivatnsætlan fyri alla kommununa.

Í dag hava øll húski, almennir bygningar og virkir í kommununi rottanga.

 

 

Tann 7. september 2009 setti Innlendismálaráðið kunngerð í gildi um útleiðing av spillvatni.

Endamálið við kunngerðini er at tryggja, at spillvatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda.

Kunnngerð, nr. 111 frá 7. sept. 2009, áleggur øllum kommunum í landinum at gera eina spillvatnsætlan, sum skal sendast Umhvørvisstovuni fyri 01. januar 2011.

Á sumri 2010, heitti bygdarráði í Sumba á PB Consult ráðgevandi verkfrøðingar í Tórshavn,  um at geva tilboð uppá at gera eina spillivatnsætlan, sum lýkur treytirnar í omanfyri nevndu kunngerð.

Tilboði var fyri á bygdarráðsfundi  í september mánað, og var samtykt at taka av tilboðnum.

Krøvini sum hendan kunngerð m.a. setur er:

  • Øll kloakkútlát skulu førast út um brimgarðar og út um bátahyljar.
  • Kloakkútlátini, skulu førast á sjógv og enda minst 1 metur undir størstu fjøru.
  • Allar kloakkir, skulu leiðast í lokaðum rørum, frá rottanga til 1metur undir størstu fjøru.

PB Consult fór í gongd við arbeiði beinanvegin. Í oktober mánað blivu allar leiðingar og rottangar í øllum 4 bygdunum máldir um við GPS- mátiútgerð.

10.12.2010, var arbeiði við at geran spillvatnsætlanina liðugt og var hon løgd fyri bygdarrráðfund 14.12.2010, har hon var samtykt av bygdarráðnum.  

Spillvatnsætlanin umfatar í høvuðsheitinum:

  • Lýsing av verandi kloakkviðurskiftum í øllum 4 bygdunum í kommununi, íroknað tekningar av verandi skipan.
  • Uppskot um nýggja kloakkskipan
  • Tíðarætlan
  • Kostnaðarmetan

Sambært omanfyri nevndu kunngerð, skal alt kloakk arbeiði, sum er umfata av spillivatnsætlanini verða liðugt í seinasta lagi 31.12.2014.

Spillvatsnætlanin bleiv send til Umhvørvisstovuna  til góðkenningar 22.12.2010.Uppmáting av kloakkum í Lopra við GPS-mátiútgerð

 

 

 

 

 

 

 

 
 Kloakkarbeiði í Lopra.

Á bygdarráðsfundi 13.01.2011 var samtykt, at fara í gongd við at kloakkarbeiði í Lopra.

Hettar arbeiði umfatar í høvuðsheitinum:

  • Uppsetan av kloakkpumpubrunni við "sað-virkið"
  • Uppsetan av kloakkpumpubrunni við fiskavirkið
  • Leggjan av pumpuleiðing frá brunni við fiskavirkið, eystur til pumpubrunn við "sað-virkið"
  • Leggjan av kloakkleiðingum í Ónavíksvegi.
  • Leggjan av pumpuleiðingi frá pumpubrunni við "sað-virkið"  út um brimgarð. Leiðing verður førd á sjógv her og endar  1 metur undir størstu fjøru.
  • Umleggjan av kloakkleiðingum í Vesturgøtu.

Bygdarráði hevur heitt á PB Consult um at skipa fyri, at arbeiði verður boði út, og at hava eftirlit við hesum.

Samtykt er at bjóða arbeiði út í innbodnar lisitatión, skjótast gjørligt.

Arbeiði hevur sera nógvan skund, og er ætlanin at arbeiði skal verða liðugt uml. 20.03.2011.

Kloakkútlátá Økrum

Bygdarráðsfundir

Bygdarráðsfundir verður 29. mai 2022. kl. 20:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

 Akraberg 1  Akraberg 2
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba