Skriva út
 
Sumba
 
 
 
 
Saman við Ráðgevarafyritøkuni PB Consult, hevur Sumbiar kommuna nú gjørt spillivatnsætlan fyri alla kommununa.

Í dag hava øll húski, almennir bygningar og virkir í kommununi rottanga.

 

 

Tann 7. september 2009 setti Innlendismálaráðið kunngerð í gildi um útleiðing av spillvatni.

Endamálið við kunngerðini er at tryggja, at spillvatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda.

Kunnngerð, nr. 111 frá 7. sept. 2009, áleggur øllum kommunum í landinum at gera eina spillvatnsætlan, sum skal sendast Umhvørvisstovuni fyri 01. januar 2011.

Á sumri 2010, heitti bygdarráði í Sumba á PB Consult ráðgevandi verkfrøðingar í Tórshavn,  um at geva tilboð uppá at gera eina spillivatnsætlan, sum lýkur treytirnar í omanfyri nevndu kunngerð.

Tilboði var fyri á bygdarráðsfundi  í september mánað, og var samtykt at taka av tilboðnum.

Krøvini sum hendan kunngerð m.a. setur er:

PB Consult fór í gongd við arbeiði beinanvegin. Í oktober mánað blivu allar leiðingar og rottangar í øllum 4 bygdunum máldir um við GPS- mátiútgerð.

10.12.2010, var arbeiði við at geran spillvatnsætlanina liðugt og var hon løgd fyri bygdarrráðfund 14.12.2010, har hon var samtykt av bygdarráðnum.  

Spillvatnsætlanin umfatar í høvuðsheitinum:

Sambært omanfyri nevndu kunngerð, skal alt kloakk arbeiði, sum er umfata av spillivatnsætlanini verða liðugt í seinasta lagi 31.12.2014.

Spillvatsnætlanin bleiv send til Umhvørvisstovuna  til góðkenningar 22.12.2010.Uppmáting av kloakkum í Lopra við GPS-mátiútgerð

 

 

 

 

 

 

 

 
 Kloakkarbeiði í Lopra.

Á bygdarráðsfundi 13.01.2011 var samtykt, at fara í gongd við at kloakkarbeiði í Lopra.

Hettar arbeiði umfatar í høvuðsheitinum:

Bygdarráði hevur heitt á PB Consult um at skipa fyri, at arbeiði verður boði út, og at hava eftirlit við hesum.

Samtykt er at bjóða arbeiði út í innbodnar lisitatión, skjótast gjørligt.

Arbeiði hevur sera nógvan skund, og er ætlanin at arbeiði skal verða liðugt uml. 20.03.2011.

Kloakkútlátá Økrum