Beinisvord3
Nú er tíðin komin, tá íð grannastevnan skal haldast, og hevur sýsluskrivstovan á Tvøroyri ásett tíðina, nær hon skal verða. 
 

  

 

 

KUNNGERР

 

Grannastevnan í Sumbiar sókn verður tórsdagin 31. mars 2011 kl. 19.00 í Samkomuhúsinum í Sumba við hesi dagsskrá:

  1. Skráseting av grindapørtum
  2. Ymiskt

Einki mál er fráboðað.

Tvøroyri, hin 8. februar 2011

Jaspur Vang, sýslumaður

Kunngerð.

Búnaðarstovan hevur í skrivi, dagfest tann 21. januar 2011, heitt á Sýslumannin fyri Suðuroyar Sýslu um at kunngera niðanfyri standandi avgerð:

Vísandi til skriv frá Sýslumanninum fyri Streymoyar Sýslu, dagf. 16.04.2010, har Búnaðarstovan verður biðin um at taka mál um útskifting innangarðs av markatalsbygdini Sunnba til víðari viðgerð, skal hervið verða sagt frá, at Búnaðarstovan ikki kann góðkenna útskiftingarumsóknina á fyriliggjandi grundarlag.

Búnaðarstovan metir ikki, at ein grannastevnusamtykt hevur heimild til at krevja broytingar í bítisrættinum hjá eigarum/festarum og enn minni krevja avloysing uttan endurgjald.

Fyri yvirhøvur at koma uppá tal at avgreiða málið sum eitt útskiftingarmál, krevst helst, at alt lendið í bygdini - innan- og uttangarðs- verður skift av nýggjum. Í eini tílíkari útskifting kundu útskiftingarnevndin so samstundis tikið hædd fyri eini avloysing.

Hendan avgerðin kann innan 8 vikur eftir at hon er kunngjørd í bygdini kærast til Fiskimálaráðið, Bókbindarargøta 8, 100 Tórshavn, av einhvørjum eigara av innangarðsjørðini í bygdini.

Jaspur Vang

Sýslumaður fyri Suðuroyar Sýslu.


Her ber til at taka niður ella skriva út lóggávuna.
LOV NR. 170 AF 18. MAJ 1937 FOR FÆRØERNE OM GRANDESTÆVNE M.M.

 

Fyri at lata upp pdf fíl krevst adobe reader, sum er ókeypis og kann takast niður frá netinum, trýst her, um tú ikki fær latið skjalið upp.

Bygdarráðsfundir

Bygdarráðsfundir verður 28. mai kl. 21:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

 Akraberg 1  Akraberg 2
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba