Skriva út
Sumbiar Skúli
 
Starv í Sumbiar skúla fyri lærara í barsilsfarloyvi.
 
 
Lýst leyst til setanar frá 15. august 2011.

 

 

Søkt verður eftir lærara umleið 20 tímar um vikuna.
Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. septembur.

Starvið er fyri lærara í barsilsfarloyvi og er tíðaravmarkað frá 15.august 2011 og 30 vikur fram.

Tann sum sett/ur verður skal:
Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
Duga at samstarva og vera fyrikomandi.
Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.

Vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Næmingar

Førleika krøv.
Læraraútbúgving.
Umsøkjarar við aðrari viðkomandi útbúgving kunnu eisini søkja.

Ynskiligt er, at umsøkjarin kann undirvísa í alisfrøði, handaverk og list, náttúru og tøkni og lívfrøði.

Lønar og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2.
Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær Arnfinn Bjarkhamar, skúlaleiðara, tlf. 252230/373875.

Umsóknir:
Umsóknir við avrit av prógvi,cv og møguligum viðmælum skulu sendast til Sumbiar skúla, Ovarivegur 9, postsmoga 100, 970 Sumba, og verða skúlaleiðaranum í hendi  seinast fríggjadagin 5. august 2011 kl. 18.00.