Skriva út

RúskBygdarráðið hevur gjørt av, at hava almennan ruddingardag leygardagin 12. mai 2012.

Ruddingardagurin byrjar við morgunmati í dansistovuni kl. 9.30, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.

Farið verður runt bygdina, har tikið verður upp leyst pappír, plastikkposar og órudd,v.m.

Umleið Kl. 13.00 – 14.00, savnast vit aftur í dansistovuni har boðið verður til heitan súpan.

Kommunan letur ein plantupakka til hvørt húskið, sum luttaka á ruddingardegnum.

Um bygdin skal verða innbjóðandi nú summari nærkast, er neyðugt at hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.

Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.

Vinarlig heilsan

Sumbiar kommuna