Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 13. november 2012 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 1.oktober til mánadagin 15. oktobur 2012 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum 10.00 – 12.00.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send kommunustýrinum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Sumba, tann 27. september 2012.
Sumbiar kommuna