Skriva út

val

 

Týsdagin 13. november 2012 verður skúlastýrisval í Sumbiar Kommunu.

 

 

 

 

 

Valevni til skúlastýrið fyri Sumbiar skúla eru:

Heidi M. Lisberg

Marita N. Poulsen

Poul Erik Jacobsen

Torri Thomsen

KUNNGERÐ NR. 86 FRÁ 6. OKTOBER 2008 UM AT VELJA FORELDRAUMBOÐ Í SKÚLASTÝRI OG KOMMUNUSTÝRISUMBOÐ Í FELAGSSKÚLASTÝRI

Valrætt og valbæri

§ 2. Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur
foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan, sbrt. § 50, stk.
2, nr. 2 í lógini.

Stk. 2. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.

Stk. 3. Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla, hevur
valrætt og valbæri í tí skúlanum, sum barnið flytur í, sí tó stk. 4.

Stk. 4. Foreldur at barni, sum í styttri tíðarskeið enn eitt skúlaár er í øðrum
skúla, hevur ikki valrætt og valbæri í hesum skúla.

§ 3. Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum foreldraumboð. Hetta er
galdandi fyri tey, sum hava foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum.

Stk. 2. Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í 2 valskeið, hevur ikki skyldu
til at lata seg stilla upp.

Stk. 3. Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan at koma á
vallista, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.

Vallisti

§ 5. Valnevndin hevur ábyrgd av at gera ein lista við teimum, sum hava valrætt
og valbæri, sbrt. § 2.

Stk. 2. Ein vallisti verður gjørdur við teimum, sum í næmingayvirliti skúlans
eru skrásett sum foreldur at næmingunum.

Stk. 3. Á vallistanum skal standa navn, bústaður og møguliga aðrar upplýsingar,
soleiðis at tað ber til at staðfesta, hvør viðkomandi er.

Stk. 4. Vallistin skal verða gjørdur í seinasta lagi 3 vikur undan valdegnum og
skal liggja frammi í skrivstovu skúlans ella kommunuskrivstovuni í 14 dagar.

Stk. 5. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri
sbrt. § 2, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi 7 dagar
undan valinum við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.