Skriva út

Kommunan hevur fingið upplýst frá Føroya Tele, at nú sæst  Televarpið  í Sumba, og 3G skipanin verður royndarkoyrd.

Somuleiðis boðar Føroya Tele frá, at vevmyndatólið og onnur teknisk útgerð, sum enn er monterað á teirri gomlu meistruni, verður flutt í nýggju meistrina í viku 41/42 (t.v.s. í tíðarskeiðinum 07.10 – 20.10.2013).