KUNNGERÐ
Hervið verður kunngjørt, at Sumbiar kommuna á kommunustýrisfundi tann, 9. desember 2013 hevur samtykt at broyta verandi byggisamtykt fyri Sumba.
Talan er um at broyta matr. nr. 230a í Sumba, frá havna- til alment frítíðar øki.
Ætlaða broytingin verður løgd fram til almenna eftirskoðan á kommunuskrivstovuni til 30. desember 2013.
Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til ætlaðu broytingina í byggisamtyktini, skulu vera kommunustýrinum í hendi áðrenn 20. januar 2014.
Sumbiar Kommuna