Skriva út

kommunuskrivstovan

KUNNGERÐ

Hervið verður kunngjørt, at skattalistin fyri 2019 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Sumba frá:

12. november 2020 – 30. november 2020

í vanligari skrivstovutíð – hygg niðanfyri nevndu áseting

§ 10. TAKS sendir 2. yrkadag í november kommununum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
Stk. 2. Listin, ið umrøddur er í stk. 1, verður dagin eftir móttøku lagdur fram í kommununi til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvarnar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum vanligt er í kommununi. Á listanum skal verða sagt frá, at skattgjaldari hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá honum sjálvum ella øðrum skattaborgara er bein.

Sumba, tann 12. november 2020

Sumbiar Kommuna