Skriva út

Ung i arbeidiAftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«. Umsøkjarin skal vera fyltur 14 ár 1. juli og ikki 17 ár 01. juli 2021.

Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.

Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Ung i arbeidi 1

Tilmelding

Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at trýsta á her Tilmelding "Ung í arbeiðið 2021"

Í viku 25 verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.

Arbeiðstíð

Arbeiðið byrjar fyrst í juli, og arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.

Løn

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.

Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.

Sumbiar Kommuna