Skriva út
hond
Av tí, at eitt av okkara starvsfólkum er í farloyvi, søkja vit hervið eftir einum málsviðgera í tíðararvmarkað starv frá 15. August 2022 til 14. Februar 2023. Talan er um fulltíðarstarv.
 
 
 
Tú skal vera útbúgvin sosialráðgevi ella hava aðra viðkomandi útbúgving t.d. námsfrøðingur, lærari e.l.

Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi royndir innan málsviðger og/ella arbeiði við børnum og familjum sum hava tað avbjóðandi í gerandidegnum.
 
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum.
 
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni.
 
Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir, at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
 
Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
 
Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðgeva familjum, børnum og ungum við avbjóðingum, luttøku á tvørfakligum fundum v.m.
 
Starvið inniber nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsviðgerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, stuðlar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.

Vit vænta at tú:
Løn

Starvið er flokkað eftir Sáttmálanum millum KAF og Starvsfelagið.

Umsókn
 
Skrivlig umsókn, saman við prógvum, viðmælum og CV skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu í hendi í seinasta lagi 15. juli 2022 kl. 13.00.
 
Fyri at arbeiða á einari Barnaverndartænastu er neyðugt, at loyvi verður givið til at innheinta barnaváttan og revsiváttan.

Umsóknin kann sendast sum bræv til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
800 Tvøroyri

Eisini ber til at senda umsókn v.m. á teldupost adressu; Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Eyðunsson, virkandi leiðara á farttelefon 288085 ella 611090.