Skriva út
Logtingsval 2022KUNNGERÐ
 
Løgtingsval verður tórsdagin tann 8. desember 2022 í Sumbiar kommunu.
 

 

 

Atkvøðugreiðslan fer fram tórsdagin tann 8. desember 2022 á hesum støðum:

Veljarar í Sumba: Á kommunuskrivstovuni í Sumba
Veljarar í Lopra og Økrum: Í bygdarhúsinum í Lopra
 

Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl 10.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við onsdagin 7. desember 2022.

Heimaval:
Tey, ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima. Vendið tykkum til kommunuskrivstovuna tlf. 370344 ella 226013 í seinasta lagi onsdagin 7.desember 2022 kl. 14.00

Valkort:
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast, telefon 226013.

Valstýrið í Sumbiar kommunu