Um broyting í byggisamtyktini fyri Sumbiar kommunu.
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður sagt frá, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Sumbiar kommunu er samtykt av bygdarráðnum tann 29. februar 2024 og liggur uppskotið frammi til alment eftirlit, frá 13. januar 2025 til og við 03. februar 2025.
Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovun Í Kerinum 27, 970 Sumba.
Umframt á www.sumba.fo
Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send kommunustýrinum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðar degnum, tann 24.02.2025.
Sumba, tann 09. desember 2024
Broyta matr. nr. 341 og partar av matr. nr. 24a í Akrabergi frá "C: Vinna" og "A: Sethús" til "E: Almenn endamál" og "H: Landbúnaður. |
|
Broyta part av matr. nr. 210e í Økrum frá "E: Almenn endamál" til "A: Sethús". |
Tak niðir sum PDF her |
Broyta partar av matr. nr. 83b og 243a í Økrum til "J: Havnarøki". |
Tak niðir sum PDF her |
Broyta matr. nr. 165, partar av matr. nr. 164a, 175 og part av litra c. í Sumba frá "A: Sethús" og "D: Vegir og parkering" til "H: Landbúnaður". |
Tak niðir sum PDF her |
Broyta partar av matr. nr. 88b, 108c, 183, 163b og 175a í Sumba frá "G: Fríøki" til "E: Almenn endamál". |
Tak niðir sum PDF her |
Broyta part av matr. nr. 262, 124a, 84, 288a, 261 og litra d í Sumba frá "A: Sethús" til "H: Landbúnaður". |
Tak niðir sum PDF her |