Skriva út
leila
Skuldi eg flutt til Suðuroyar, hevði eg ikki blunkað við at búsett meg í Sumba, sigur Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu.

- Eg hevði ikki væntað, at eg skuldi heilt til Sumbiar fyri at finna tað staðið í Føroyum, har tey brekaðu hava kanska tær bestu umstøður í landinum.


 

Jú, sumbingar hava rættiliga tikið Leilu Solmunde á bóli.
Forkvinnan í Meginfelag Teirra Brekaðu hevur hesa seinastu vikuna ferðast í Suðuroy at kanna eftir, hvussu umstøðurnar eru hjá brekaðum at sleppa inn í skúlar, bygdarhús, kommunuskrivstovur og aðrar almenna bygningar.

Og hon er heilt ovfarin av, hvussu framskygd tey eru á hesum øki í bygdini sunnast í Føroyum í ein landsynning, sum skaldið sigur.

- Eg má viðganga, at tá ið eg var á veg til Sumbiar, hevði eg ikki væntað tað stóra. Tað er ein lítil kommuna, langt burturi, so har hevði eg í veruleikanum ikki væntað, at tey høvdu gjørt sær teir stóru tankar um atkomumøguleikar hjá brekaðum í skúlum, kommunuskrivstovu os.fr.- Men eg má samstundis viðganga, at eg varð stórliga bilsin, tá ið eg sá, hvussu vorðið var. Serliga hugtikin var eg av skúlanum í bygdini.

- Eg havi ikki sæð allar skúlar í landinum, men av teimum nógvu, eg veit um, er skúlin í Sumba tann, har tey brekaðu hava tær bestu umstøðurnar og eg ivist í um umstøðurnar eru betri nakrastaðni.

Hon sigur, at onkur nýggjur skúli er í Havn, so hon er spent eftir at síggja umstøðurnar har, men tað skal nógv til at gera tað betri enn sumbingar.

Í Sumba hava tey bygt nýggjan skúla og bygt hann saman við tí gamla skúlanum.

- Tað, sum serliga hugtekur meg, er, hvussu væl tey hava dugað at bygt tann nýggja og tann gamla skúlan saman.
Leila Solmunde vísir á, at hóast hon situr í rullustóli, slapp hon runt á øllum skúlanum, eins og har var serligt wc til rørslutarnað og tað hevði hon ikki væntað.

- Hurðar vóru breiðar og í trappunum var lyfta til koyristólar.
Leila Solunde sigur, at eisini í nýggju kommunuskrivstovuni og í kirkjuni, vóru sera góðar umstøður at sleppa til í koyristóli.

Í Samkomuhúsinum og Dansistovuni, var nakað gjørt og har skuldi ikki so nógv til, áðrenn umstøðurnar eisini har vóru sera góðar.

Leila Solmunde er so hugtikin av tí, sum sumbingar hava útint á hesum øki, at skuldi hon flutt til Suðuroyar, hevði hon ikki ivast í at búsett seg í Sumba.

Ongantíð nakar ivi
Arnfinnur Bjarkhamar er fyrstilærari í Sumba. Hann var eisini formaður í bygginevndini, tá ið skúlin varð bygdur og eigur sostatt ein leiklut í, at skúlin er so væl umhugsaður, sum hann er.

- Tað lá alla tíðina í kortunum, at skúlin skuldi nøkta tørvin hjá øllum í nógv ár fram, sigur hann. Hann sigur, at tað var heldur aldrin nakar ivi um, at skúlin skuldi vera atkomuligur hjá øllum.
Samstundis vísir hann á, at bygdaráðið hevur alla tíðina stuðlað hesum hugburði fult út og tað var heldur ongantíð nakar ivi hjá bygdaráðnum um at játta tann neyðuga peningin til skúlan, so at hann varð atkomuligur hjá øllum.

- Bygdaráðið var ótrúliga positivt og har var onki spart fyri at fáa ein so góðan skúla, sum yvirhøvur gjørligt, leggur fyrstilærarin afturat.

Sum alla aðrastaðni
Nú hon hevur ferðast runt í Suðuroy hesa seinastu vikuna, heldur hon, at umstøðurnar eru, sum hon væntaði.

- Sum heild eru umstøðurnar hjá brekaðum í Suðuroy sum alla aðrastaðni í Føroyum. Tað merkir, at nógva staðni er illa atkomandi hjá brekaðum, burtursæð frá í Sumba, har eg var ovfarin av umstøðunum.

- Í Suðuroy havi eg tíverri verið noydd at skrivað fleiri minus í bókina enn pluss, men soleiðis er støðan allastaðni í Føroyum og eg haldi ikki, at umstøðurnar í Suðuroy eru verri enn aðrastaðni.

- Tíverri vísir tað seg, at eisini í sambandi við byggjarí, sum er lutfalsliga nýtt, er heldur ikki hugsað um atkomuna hjá brekaðum.
Hon heldur, at eitt, sum hevur stóran týdning í hesum sambandi, er, hvussu tilvitað tey, eru, sum vara av eini bygging, tað verið seg bæði arkitektar, bygginevndir og myndugleikar.
Hon vísir á tvey dømi úr Suðuroy og tað eru skúlin í Hovi og skúlin í Porkeri.

- Báðir skúlarnir eru bygdir at kalla samstundis í fyrru helvt í áttatiárunum. Í Hovs Skúla er ikki atkomandi hjá rørslutarnaðum, men í Porkeris Skúla eru heilt góðar umstøður. Munurin ímillum tey bæði byggjaríðini má vera, hvussu tilvitað tey eru, sum vara av byggingini, bæði arkitektar, bygginevndir og myndugleikar.

Hava ikki pengar
Tá ið almennir bygningar verða bygdir, fær MBF annars tekningarnar til góðkenningar.

- Men tíverri hava vit ikki ráð til at hava professionelt fólk til at hyggja at tekningunum. Tí skal gjøgnumgongdin gerast av fólki, sum kann gera tað ókeypis og tað er verri enn so altíð fakfólk.
Av tí sama hevur MBF strongt á at fáa landsins myndugleikar at gera greiðar mannagongdir á hesum øki og tað arbeiðið er gongd sett á nú.

Sostatt arbeiðir Almanna- og heilsumálaráðið við at gera reglugerðir fyri, hvussu almennir bygningar skulu vera fyri at vera atkomuligir hjá brekaðum, bæði tá ið almennir bygningar verða bygdir, leigaðir og umbygdir.

- Í hesum sambandi skulu ávísar treytir setast til almennar bygningar og tað skal so lýsast í sambandi í byggi- og býarskipanarlógini, har tað verður ásett, hvussu bygningurin skal vera fyri at tryggja, at hann er atkomuligur hjá brekaðum.

_______________________________

Kelda - grein úr Sosialinum - 27. januar 2006: