Reingerdartænastan 67+

Góðu borgarar!
Kommuna hevur arbeitt við møguleikanum at bjóða borgaranum í sóknini sum eru 67+ eina
Reingerðartænastu.

 

Reingerðartænastan blívur sjálvandi bert veruleiki um áhugi og tørvur er á hesum, og tískil senda vit út hesa áheitan fyri at “lodda dýpið”.

Ætlanin er at Sumbiar Kommuna rindar 50% og “borgarin 67+” rindar 50%.
Reingerð verður veitt uml. 4 hvørja viku.

Um tit ynskja hesa Reingerðartænastuna, sendi okkum eini boð á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. so vit kunnu hoyra tykkara rødd og ynskir.

Sumbiar Kommuna