Reingerðartænastan 67+ fær virkna frá 1. mars 2025, og nú ber til at søkja um tænastuna.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at kanna møguleikarnar og tørvin á einari reingerðartænastu til borgarar 67 ár og eldri. Eftir at borgarar hava víst á, at tørvur er á hesari tænastu, hevur Sumbiar kommuna á bygdarráðsfundi tann, 14.02.2025 samtykt at veita reingerðartænastu til borgarar 67 ár og eldri í sóknini.
Hendan tænasta kemur í gildið frá 1. mars 2025 og kunnu borgarar í kommununi, sum eru fyltir 67 ár og eldri, nú søkja um hesa tænastu.
Tænastan, sum hevur fingið navnið Reingerðartænastan 67+, fevnir um viðlíkahaldsreingerð, tvs. dustsúgving, vask av gólvum og baðirúmi. Tað merkir so, at høvuðsreingerð er ikki við í tænastuni. Og reingerðartænastan kann veitast í styttri ella longri tíðarskeið og í fyrsta umfari alt árið 2025. Kostnaðurin er býttur millum borgaran og Sumbiar Kommunu, og tá kommunan hevur goldið sín part, er kostnaðurin fyri tveir tímar reingerð 250 kr. uttan meirvirðisgjald. Og tað ber til at fáa gjørt reint fjórðu hvørja viku umvegis reingerðartænastuna. Tað verður reingerðarfyritøkan við Gunn- Britt Bjarnason, íð kemur at standa fyri hesi tænastu.
Sumbiar Kommuna