ABC fyri sálarliga heilsuSumbiar kommuna skipar fyri fleiri tiltøkum árliga, sum kunnu knýtast at ABC fyri sálarliga heilsu. Eitt nú ruddingardagar, felags morgunmatur og øðrum tiltøkum fyri fólk í øllum aldri.

 

Trivnaðarfólk og kvøldskúlaleiðarir verða ABC samskiparar í kommununi.

Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu

ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi verkætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Verkætlanin hevur tríggjar einfaldar, ítøkiligar og jaligar boðskapir, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu:

A)VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

B)VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av. Ver saman snýr seg um kensluna av at hoyra til.

C)VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga, sum gevur meining fyri teg. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp t.d. eini ommu ella vini við onkrum.

Les meira her.