Virkin oktober 2025Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er fyrsta stigið til at betra um og varðveita góða sálarliga og kropsliga heilsu.

 

 

 

Heilsustýrið skipar fyri fimtu ferð fyri átakinum "Virkin oktober", sum er viðkomandi fyri øll, uttan mun til, um tú hevur sálarligar avbjóðingar ella hevur góða sálarliga heilsu.

"Virkin oktober" er eitt átak, sum koyrir í tíðarskeiðnum 1.-31. oktober. Átakið tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, ella brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar, sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymsan hátt, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. Lagt verður upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálva/-n, saman við øðrum og gert okkurt, sum gevur meining fyri teg.

  • Álmanakki til børn (pdf) (png)
  • Álmanakki til børn - tómur (pdf) (png)
  • Álmanakki til ung (pdf) (png)
  • Álmanakki til ung - tómur (pdf) (png)
  • Álmanakki til vaksin (pdf) (png)
  • Álmanakki til vaksin - tómur (pdf) (png)