Skriva út

Í 19. øld var tað so, at fleiri niðursetubygdir vóru grundaðar í Føroyum, og var Lopra ein av teimum.

Søgnin sigur, at írar búðu í Sunnaru helvt av Suðuroy, áðrenn víkingarnir komu til landi.

Lopra er bygd í 1834. Fyrsti maðurin, sum setti búgv, var Andreas Thomsen (1778-1853),  ættaður úr Bramhúsi í Sumba og kona hansar Sunnuvá Súsanna Niclasdatter (1798-1874), ættað úr Nýagørðum í Porkeri.

Sambært manntalinum 18. august 1834. búgva 5 fólk í Lopra, hesi eru Andreas Thomsen, Sunnuvá Súsanna Niclasdatter, og 3 børn teirra.

Í 1901 byrjaðu norðmenn hvalaveiði í Lopra, her teir eisini bygdu hvalastøð. Hvalastøðin hevði ein týdningarmiklan leiklut fyri sóknina, heilt fram til 1953, tá veiðan eftir stórhvalum minkaði so mikið, at hvalastøðin lat aftur.

Í apríl 2008 búðu 101 fólk í Lopra.

Sumbiartunnilin er ímillum Lopra og Sumba. Tað eru uml. 5 km úr Lopra til Vágs.

Í 90'unum varð bora eftir olju í Lopra, oljan bleiv tó ikki funnin.

Lopranseiðið er ein náttúruperla, har er útsýni ímóti Lopranshólmi, Beinisvørð og Skúvanesi.