Skriva út

Gandakellingin Barbara við Kvíggjá í Sumba var slektað úr Hanusarstovu undan Hagabrekku í Skálavík. Meðan hon var ung genta og heima hjá foreldrunum, kom ein sumbingur, Ábram við Kvíggjá, norður at fríggja til hennara. Tá var hon reint sør fyri gand. Eitt kvøldið, sum hann var har norðuri, og hon var farin í ánna eftir nátturðavatni, sá hon ein svartan, fremmandan hund við ljósi á halanum. Ræðsla kom á hana, og hon leyp heim aftur í slíkari øði, at hon mundi sorað seg sundur. Hann spurdi hana, hví hon leyp so, og hon segði honum frá. Tá segði hann við hana, at hon skuldi ikki ræðast, tí tað hevði einki at týða: »Tað er bert ein sending til mín, lukkan, at momman er deyð.« Tá ið hon hoyrdi hetta, varð hon so fúkandi, at hon beyð honum og øllum hansara at fara til veikans. Uppi var ímillum teirra við tað sama, og Ábram fór suður aftur til Sumbiar. Men best sum hann var farin, kom slík neyð á hana: hon kundi ikki sova um næturnar og legðist sjúk. Alt versnaði hon og sendi so boð eftir Ábrami at koma norður aftur. Hann kom; hon varð sátt við hann og fór so til Sumbiar við honum. Har giftust tey, og Barbara fekk heilsuna aftur. Ábram var tað, ið lærdi hana gandin.

Barbara átti ein gandastein, sum hon bar uppi á sær, og sum hon grøddi sjúk fólk við. Einaferð legðist Niklas í Hørg sjúkur og sendi Barbaru boð, at hevði hon lagt hetta upp á seg, skuldi hon taka tað burtur aftur. Hann trúði, at hon hevði gjørt tað í hevnisøku, tí tey sótu ikki um sátt bæði. Hon sendi honum so henda sama stein at leggja fyri bróstið; men hann sendi tveir menn aftur til hennara vitnisfastar við steininum og gav hana so upp fyri øvrigheitini. Hon var stevnd fyri rættin, men slapp tó undan at vera brend, tí dómarin helt hana vera ov vakra til at tjarga. Síðan tveitti Barbara steinin undir Skarðafoss, at hann skuldi ongum manni vera at meini eftir hana.

Aðrar frásagnir um Barbaru eru í søguni um Guttorm í Múla.