Kennifílur (cookies) og privatlívspolitikkur

Vit nýta hesar kennifílar á okkara heimasíðu. Í høvuðsheitinum er talan um kennifílar sum samla hagtøl yvir vitjandi. 

Kennifílur Eigari Endamál

Gongur út

Lýsing
_ga Google Hagtøl 2 ár 

Skrásetur eina serstaka eyðmerking, ið verður brúkt til hagfrøðiligt dáta, og hvussu vitjandi nýta heimasíðuna.

 _gid Google Hagtøl 24 tímar  Skrásetur eina serstaka eyðmerking, ið verður brúkt til hagfrøðiligt dáta, og hvussu vitjandi nýta heimasíðuna.
 _gat  Google Hagtøl 1 minutt 

Verður nýtt av Google Analytics til at avmarka títtleikan av fyrispurningum.

[abcdef0123456789]{32} {site} Skipan Beinanvegin  Henda kennifíla er neyðug við PHP ritbúnaði. Kennifílan goymir og ásetur eina serstaka eyðmerking fyri at stýra vitjanini á heimasíðuni. Kennifílan hoyrir til tí einstøku vitjanina og verður strikað, tá ið kagin ella skiljiblaðið verður latið aftur. 

Les meir um Google kennifílur her.  Les meir um Facebook kennifílir her.

Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.

Hvørji eru vit?

Hesin politikkur er galdandi fyri heimasíðu okkara , https://sumba.fo

Hvørjar persónligar upplýsingar samla vit og hví?

Tín nýtsla av heimasíðuni hjá Sumbiar Kommunu er dulnevnd. Vit skráseta ongar dátur, sum kunnu brúkast til at eyðmerkja teg sum persón, uttan so at tú fyllir út oyðubløð, sum krevja, at tú sigur hvør tú ert, ella um tú meldar teg til tænastur so sum okkara tíðindabrøv.

Vit hvørki selja ella geva víðari persónligar upplýsingar til triðja partar, uttan so at tænastan, ið tú meldar teg til, krevur tað.

Øll skjøl í eini sak, sum eru til viðger í kommununi, verða goymd í okkara elektronisku skjalagoymslu.

Sambandsfrymlar

Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at vit kunnu nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum. Vanliga verður spurt eftir teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari. Í einstøkum frymlum verður spurt um fleiri upplýsingar, um hetta krevst til tess at viðgerða umsóknina.

Oyðubløð

Við at útfylla oyðubløð við tínum upplýsingum, samtykkir tú samstundis, at vit kunnu nýta hesar upplýsingar til viðgerðina av umsóknini. Vit spyrja ongantíð eftir fleiri upplýsingum, enn eru neyðugir til tess at kunna viðgera umsóknina. Upplýsingarnar verða goymdar hjá triðja parti, og vit hava fingið váttan frá triðja parti at triðji partur heldur GDPR-lóggávuna og hevur ISAE 3402-váttan fyri hýsingarumhvørvið.

Upplýsingar, sum eru sendar okkum við hesum oyðublaði, verða bronglaðar og verða ikki latnar øðrum.

Tíðindabræv

Við at tilmelda teg til tíðindabræv verður teldupostbústaður tín lagdur í listan yvir tey, ið kunnu fáa boð umvegis teldupost, sum kunnu innihald upplýsingar um handils- ella lýsingartilfar, sum viðkemur hesi heimasíðu/tænastu. Tín teldupostbústaður kann eisini verða lagdur í listan, eftir at tú hevur teknað teg til hesa heimasíðu, ella gjørt eitt keyp á heimasíðuni.

Vanliga verður spurgt eftir fornavni, eftirnavni og teldupostbústaði.

Innlagt innihald frá øðrum netsíðum

Greinar/síður á hesi netsíðuni kunnu hava innlagt tilfar (t.d. filmar, myndir, greinar o.s.fr.). Innlagt innihald frá øðrum netsíðum verður viðgjørt á júst saman hátt sum hevði tann vitjandi verið á eini aðrari netsíðu.

Hesar netsíður savna eisini dátu um tey, brúka farspor, innleggja sporing og vaka yvir, hvat tú gert við innlagda tilfari, um tú hevur kontu og ert innritaður.

Hvussu verja vit tínar dátur

Vit brúka eitt SSL-samband allastaðni á netsíðuni til tess at brongla tínar dátur.

Hagtøl

Vit samla hagtøl yvir, hvussu heimasíðan verður brúkt og hvussu brúkarar leita á síðuni. Hetta hjálpir okkum at menna og betra um heimasíðuna, so tú lættari finnur tað, tú leitar eftir.

Kennifílur

Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í kennifílum. Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesir kennifílir eru galdandi í eitt ár.

Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eina fyribils kennufíl, fyri at staðfesta um tín browsari loyvir nýtslu av kennifílum. Hesin kennifílur inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikaður, tá tú sløkkjur browsaran.

Tá tú innritar seta vit fleiri kennifílar, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða allir kennifílar strikaðir.

Um tú rættað ella útgevur eina grein, verður ein kennifíla løgd í tín browsara. Hendan kennifíla inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummarið á greinini, sum tú júst hevur rættað. Hendan kennifílan er bert galdandi í ein dag.

Greining (analytics)

Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvegað av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar, ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.

Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi.

Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna eru kennifílar og upplýsingar um brúk.

Viðgerðarstað: United States – Privacy PolicyOpt Out. Privacy Shield participant.

Hvussu leingi verða kennifílar goymdar?

Livitíðin hjá einum kennifíli er skiftandi, alt eftir hvat teir ymsu útbjóðararnir hava sett hana til. Summir kennifílar verða strikaðar, so skjótt sum tú sløkkir browsaran, meðan aðrar kunnu goymast í fleiri ár.

Nógvir útbjóðarar brúka vanliga 12 ella 24 mánaðars livitíð á teirra lýsingar-, hagtals- og innihaldsrelateraðum kennifílum.

Legg til merkis, at livitíðin verður longd eftir hvørja vitjan, so tað er t.d. 24 mánaðir frá tíni seinastu vitjan, at ein kennifílur verður goymdur á tíni teldu.

Soleiðis strikar ella verjir tú teg fyri kennifílum

Tú kanst altíð avvísa ella strika kennifílir á tíni teldu við at broyta stillingarnar í tínum browsara. Hvar tú finnur hesar stillingar er treytað av hvønn browsara, tú brúkar. Legg tó til merkis, at um tú gert hetta, kunnu tað vera funkur og tænastur, sum tú ikki kanst brúka, tí tær rigga treytað av, at browsarin kann minnast, hvat tú hevur valt.

Allir browsarar loyva, at tú strikar kennifílar einkultvís ella allar í senn. Vel tín browsara niðanfyri, um tú vilt fáa vegleiðing til, hvussu tú strikar kennifílar. Um tú brúkar fleiri browsarar, mást tú strika kennifílar í teimum øllum.

Hevur tú sagt nei og angrar tað, skalt tú fara inn í tín browsara og strika kennifílar. Síðan verður tú aftur spurdur, um tú góðtekur kennifílar.

Leinkjur

Kennifílir á www.sumba.fo

Neyðugir kennifílur

Hesir kennifílir eru neyðugar fyri, at heimasíðan kann bjóða eina serliga tænastu.

Á https://www.sumba.fo verður ein kennifílur brúkt til at kanna, um tú sum brúkari hevur givið samtykki til at vit brúka kennifílar á síðuni. Ongar persónligar dátur verða samlaðar í hesum sambandi.

Triðjaparts-kennifílur
Hesir kennifílir verða brúktar til at tryggja optimala brúkarauppliving á heimasíðuni. Hetta er t.d. valdar preferencur so sum mál ella val, sum gera navigering á síðuni lættari.

Hesir kennifílir verða eisini brúktar til rakstur av heimasíðuni. Tað kann t.d. verða teljing av talinum av vitjandi ella aðrir upplýsingar, sum skulu brúkast til greiningar. Tær verða eisini brúktar í samband við spurnarbløð. Hesir kennifílir kunnu í avmarkaðan mun samla dátur, sum kunnu leiða til tann einkulta brúkaran.

Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar

Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.

Tíni rættindi sum skrásettur

Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:

  • Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
  • Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
  • Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
  • Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
  • Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
  • Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
  • Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.

Útgevari

Sumbiar Kommuna

Postboks 72,

Í Kerinum 27,

FO - 970 Sumba

Teldupostur: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Broytingar í Kennifílum (cookies) og privatlívspolitikkur

Sumbiar kommuna fyriheldur sær rætt til at dagføra og broyta í kennifílum (cookies) og privatlívispolitikkin til allar tíðir. Fyri at kanna okkara nýggjasta privatlívspolitik, er neyðugt at vitja hesa síðu við jøvnum millumbilum.

Hesin Kennifílur (cookies) og privatlívspolitikkur er dagførdur 27. mai 2021.