Í juli 2010, bleiv bygdin Víkarbyrgi aftur mannleys.
Í bókini "Víkarbyrgi" hjá Erling Poulsen sála, kunnu vit lesa um bygdina Víkarbyrgi, har hann greiðir frá,
at Víkarbyrgi varð eftir søgnini løgd í oyði, tá íð Sóttin svarta í 1349 gekk í Føroyum, og lá óbygd til um leið
1830, tá Jógvan Joensen úr Sumba, vanliga kallaður Jógvan eystan Á, búsettist í Víkarbyrgi.
Nú bygdin aftur liggur mannleys er tí, at Otto Poulsen sum er
komin væl uppí árini, og sum var síðsti skrásetti persónur í
Víkarbyrgi, flutti í 1989/90 til Sumba at búgva.
Hann bleiv ikki fyrr enn í juli 2010 skrásettur hjá fólkayvirlitinum
at verða búsettur í Sumba.
Teir síðstu sum beinleiðis búðu fast í bygdini vóru, Danjal Johan
og Hilmar Jacobsen, teir fluttu úr bygdini, og búsettist í Sumba
miðskeiðis í 1990'innum.
Í dag verða húsini sum standa eftir í bygdini, brúkt til summarhús.