SNOPPRIKKUR, GILJABÓNDIN OG LAÐANGARÐSBÓNDIN
»Verri enn Snopprikkur« - so verður tikið til um ein, ið bara ger ónt; tí Snopprikkur var eitt illryski og ein margskálkur og gjørdi altíð tað, ið ilt var. Argur var hann at píska, og verður enn tikið til: Alt ger mun, segði Snopprikkur.
Snopprikkur var húskallur hjá bóndanum í Giljum í Hvalba. Giljabóndin var sum ein høvuðsmaður í Suðuroy um tað leitið. Hann var órættiligur maður og ránakendur. Tað var ikki eiti, tað ið hann átti nær um hálva Suðuroynna og har afturat Lítlu Dímun. Markið gekk úr Dalsá og í Ánna Miklu í Fámjin (Dalsá gongur vestur ígjøgnum Øravíkarlíð úr Valdaskarði). Inni á Byrgi norðan fyri Øravík hevði hann oksar gangandi. Nógvar frásagnir eru um hesar báðar menn og um Jenis Símunarson, bónda í Laðangarði í Sumba, ið var sonarsonur Jenis Reginssonar í Laðangarði, sum gitin er áður í søguni um Regin í Toftum.
Giljabóndin hevði flýtt Jenisi í Laðangarði ein hvølp (elting) at venja til seyðahund fyri hann. Men hundurin kom at vera so góður, at Jenis vildi ikki missa hann. Nú bar so á, at giljabóndin, ið stóð fyri sýslumansembætinum í Suðuroy, sonur hansara og Snopprikkur fóru suður eftir oyggj til grannaskikk. Sonurin var kalsmaður hjá pápanum, og Snopprikkur var klæðseksdrongur. Teir komu til Sumbiar og fóru inn um gáttina hjá Jenisi til at fáa hundin aftur frá honum. Men Jenis svór, at hann vildi ikki lata hann, bant hundin við kvørnina og segði við teir, at komu teir inn um handa bjálkan, skuldu teir smakka øksina, á kvørnini lá. So hildu teir av og einki fingu; síðan fóru teir heim norður eftir oyggj.
Jenis í Laðangarði átti ein reiðrarhest, ein sannan úrmælingshest, sum honum tóktist stór ogn í. Altíð stóð hann í tjóðri heima á bønum uttan um veturin; tá hevði Jenis hann inni. Giljabóndin, ið hevði illvild til laðangarðsbóndan, ætlaði at vinna honum neisur og legði ráð upp við Snopprikk um at stjala hestin. Ein góðan vetrardag, sum tað leið fram undir jól, kom Jenis aftur av longum útróðri. Sum teir komu inn í sundið ímillum Sumbiarhólms og landið, bar hann eyga við ein mann, ið fór ríðandi niðan um bøgarðin í Sumba. Hann kendi í sama viðfangi sín egna hest og Snopprikk á bakinum. Hann rópaði á hinar menninar í bátinum og bað teir leggja kvikliga at landi á Tarakós (vestan fyri mølina). Tá ið hann kom upp á bakkan, føldi hann, at hann hevði gloymt knívin. Hann rópaði á hinar, í bátinum vóru, og bað blaka sær knívin, ið stóð undir bandinum. Teir blakaðu honum hann, og so fór Jenis kvistandi aftaná í roðklæðum sínum - hann gav sær ikki stundir til at fara úr teimum. Men Snopprikkur varð varur við hann og díkti á hestin. Tá ið Jenis kom niðan á fjallið tað, ið kallast Hesturin, fór hin um Lopransá (markið millum Vágs og Sumbiar); tá ið Jenis kom á Núp, fór hin um Tormansá (á syðru síðu á Vág). Sýn av sýnu sá Jenis eftir Snopprikki; alt dró saman ímillum teirra: tiltoyggin var Jenis, og hesturin møddist við manni á baki. Tá ið Jenis kom á Oyrarnar (uttan fyri líðina í tí syðra arminum í Vági), sá hann Snopprikk fara upp Brýr; tá ið Jenis kom í Vágsskarð, var hin uppi á Vatnaryggi; tá ið Jenis kom í Mannaskarð, fór hin oman Stovur (hin gamla tingstaðin); Jenis inn um hálsin í Øravík, hin inn um Drelnes (væl innan fyri hólmarnar); Jenis um Trongisvágsbø, hin niðan Hvíthamar (niðan fyri kolholið); tá ið Jenis kom á Beintuskriðu (í Húsgarðshaganum í Trongisvági), var hin komin upp á fjallið upp ígjøgnum Mannagjógv; tá ið Jenis var komin á Miðfjallið, var hin komin á Íslending norðantil á Hvalbiarfjalli - tá var stutt ímillum teirra. Men tá ið Jenis kom á Íslending, tá stóð hesturin tætt við Káragjógv alsveittur, og Snopprikkur var horvin - hann hevði krógvað seg niður í gjónna, tí nú sá hann sær ongan veg til at sleppa heilskapaður heim undan laðangarðs-bóndanum, og í Káragjógv vóru góð skjól at fáa hjá honum. Jenis fór út á gjáarbakkan og rópaði niður til hansara: "Væl var tað, at tú slepti hestinum! Hevði tú farið niður um gjónna við honum, skuldi eingin sopið jólagreyt aftur í Giljastovu." So setti hann seg á hest sín og reið heim.
Eitt várið, tá ið giljabóndin ferðaðist um Suðuroynna til grannastevnu, komu teir til Froðbiar, gilja-bóndin við soni og Snopprikkur. Har stóð ein fátækur ungur maður, Jógvan við Grind úr Trongisvági, og laðaði eina toft upp undir Skorum. Ein ketta var løgst út frá honum og gjørdi skaða á seyðin í Øravíkarlíð: hon drap smálomb og fugl um summarið. Giljabóndin hevði fingið uppspurning um hesa góðu kettu. Við tað sama teir hittust, Snopprikkur og trongisvágsmaðurin, tók Snopprikkur at erta hann við tí, at hann stjól seyð við einari kettu. Snopprikssonur og Jógvan við Grind høvdu klandrast um Barbaru, dóttur Jenis í Laðangarði. Snopprikssonur hevði fingið krakk, men Jógvan hevði fingið ja, og harav stóð hatur. Orð ókst av orði, og báðir at kallast. Snopprikkur vendi sær til son giljabóndans og segði, at tað mátti verið lítið fyri hann, ein ungan og sterkan mann, at lopið niður í toftina eftir Jógvani. Bóndasonurin herjaði á, leyp niður í toftina og skuldi taka lívið av honum; men Jógvan var so knappur, at hann fekk knívin út og stakk hann. Tað var alt í senn, at Jógvan flýddi - lættur var hann á føti - og fór inn í kirkjuna (har tordu teir ikki at drepa hann). Snopprikkur eggjaði giljabóndan og bað hann seta eld á kirkjuna, men bóndin bað ilt fyri honum og segði, at hann hevði mist nóg mikið, sum hann hevði; seta eld á guds hús, tað vildi hann ikki. Jógvan slapp sær undan teimum og fór suður eftir oyggj um tríggjar kirkjusóknir: Porkeri, Vág og Sumba, til at lýsa víggi. Tann, sum hevði dripið mann, kundi bjarga lívi sínum, um hann var fyrstur maður sjálvur til at bera boðini um tríggjar kirkjusóknir. Hann skuldi fevna um kirkjuhornið og rópa: "Eg havi verið manni at skaða!" Hetta kallaðist at lýsa víggi. Ein óveðursdag síggja fólk í Sumba ein mann koma í stórum skundi oman á Kross. Tey fara inn í Laðangarð og siga Jenisi frá. Jenis sigur: "Hann er ikki ørindaleysur, ið úti gongur í dag í hesum ovurveðrinum." Jógvan kemur í Laðangarð, vátur og illa tiltøssaður; tað rennur úr hvørjum tráði. Hann biður gott kvøld og guds frið í húsi. "Friður uttanbjálka, men ófriður innanbjálka!" svarar Jenis. Hann hevði øksi standandi í uttasta roykstovubitanum, sum stólpi var gjørdur upp undir. Har innum tordi eingin uttan tann, sum Jenis sjálvur beyð at koma inn. "Eg lýsi víggi!" sigur Jógvan. "Hvønn hevur tú dripið tá?" spyr Jenis. "Son giljabóndans!" svarar Jógvan. "Gud signi teg, vinur mín!" sigur Jenis, "kom og set teg her hjá mær." Jenis hevði ikki biðið gud signa mann í sín dag fyrr enn nú. So bað hann arbeiðskonuna geva honum turr klæði og nakað at eta, og sjálvur gav hann honum helvtina av bótini fyri drápið (60 dálar var bótin). Hetta var fyrsti maður, ið Jenis hevði hýst í sín dag.
Seinni varð Jógvan við Grind tikin, førdur til Havnar og settur í myrkastovu. Snopprikkur hevði logið fyri embætismonnunum og sagt, at hann hevði gjørt sína egnu systur við barn. "Vinur mín! Tað eru harðir handskar, ið tú hevur," segði ein havnarmaður, ið komin var at finna Jógvan (hann meinti við leinkjurnar). "Ja, harðir eru teir," svaraði Jógvan, "men havi eg sitið veturin, summarið skal eg ikki sita." "Ikki skal deyði mín spyrjast í Føroyum," legði hann afturat. Páskaaftan var hetta, og páskamorgun var hann brotin út og hevði tikið bát av Havnini. Hann sást úr Froðba, sum hann kom rógvandi framvið einsamallur. Síðan frættist, at hann var komin til Hetlands og giftur har.
Um tað, sum ódrúgt er og illa umfarið, verður sagt: Hatta er sum svínini hjá Snopprikki. Giljabóndin hevði sjey svín í Elukonurætt (niður millum gjána norðast á Hvalvíkini) og ætlaði at føða hesi svín væl upp. Men Snopprikkur, sum skuldi røkja tey, tímdi ikki at bera til teirra. Hvat ið etandi var av svínamatinum, tað át hann; maskið tveitti hann burt. So krógvaði hann seg og kom ikki aftur, fyrr enn tíðin var umliðin, og hann var aftur væntandi heim til húsa. Væl tígnaði bóndin Snopprikk, tá ið hann kom aftur, og spurdi, hvussu svínunum visti við. Tey livdu uttan líka væl, segði Snopprikkur. So ein dagin heldur giljabóndin: "Nú eru svínini tøk", og fer yvir á Elukonurætt; men tá ið hann kemur hagar, er einki at finna av svínunum uttan ber beinini.
Giljabóndin átti eisini oynna Lítlu Dímun. Har legði hann seg eitt heystið við húskøllum sínum. Vargur var í seyðinum, so teir fingu ikki søkt. Teir krokaðu niðri á Nesi, har sum tøka var (eitt heldi til at fáa seyðin inn í), og høvdu rekkjuváðir til at sveipa um seg í rokkavanum. Tað lukkaðist giljabóndanum at taka so mikið, at hann kundi sleppa brundlomb upp. Hann hevði gjørt av við hvalbingar, at teir skuldu koma eftir honum, tá ið teir fingu tekn. Í Støddarnevi (móti Hvalba) bant hann ein brund og slepti útav. Brundurin rak inn á Hvalbiarfjørð upp á Hústoftamøl í Nesi. Landsynningur var ættin, og streymurin stoytti beint á har. Hetta var teknið, og hvalbingar mannaðu tí bát eftir giljabóndanum.
Eitt summarið í dráttartíð komu hovbingar í oynna Lítlu Dímun. Tá var giljabóndin til fugla í oynni. Meðan teir vóru og drógu lunda, sníkti Snopprikkur seg burtur undir oynna, har sum báturin lá (eysturi á oyggj innan fyri Tangannagjógv), boraði hol á í fleiri støðum og klíndi mold aftur í holini. Tá ið hovbingar vóru lidnir at draga, fóru teir aftur í bátin, men tá ið teir vóru komnir nakað út suður frá oynni, flotnaði moldin burturúr. Teir tóku at oysa, men einki batti: báturin sakk, og allir menninir doyðu. Tá fór Lítla Dímun undir kong.
Ein rók í Lítlu Dímun eitur Lyklarókin, eitt ógvuliga ringt pláss at koma til. Hagar bað giljabóndin Snopprikk fara sær eftir lyklunum, sum hann segði seg hava gloymt. Søgnin er, at hann ætlaði at fáa Snopprikk til at detta oman, tí hann hevði gjørt honum so nógv skálkabrøgd. Men væl gekk í hond hjá Snopprikki: hann fann lyklarnar og kom aftur við teimum.
Eina ferð, sum giljabóndin var burturi í haga, fann hann ein døgling, sum var runnin upp á land í Hvalgjógv og deyður. Tá legði hann forboð, at eingin skuldi í tvær vikur fara til Hvalvíkar. Hvalbingar gjørdu eftir boð hansara. Meðan fekk hann døglingin skornan sundur og reiddan heim. Um veturin, tá ið frostið kom, og hvalbingar ein dagin vóru í Hvalvík, fingu teir at síggja lýsi renna út undan Hælhamars-gróthúsi, sum giljabóndin átti. Tá kom illgrunsil á teir, hví giljabóndin hevði gjørt forboð til Hvalvíkar. Teir tóku at rannsaka, hvat hetta var, og kravdu lykilin til gróthúsið av giljabóndanum. Hann sá sær ongan kjans til at gera mótstøðu ímóti bygdini og læt teir fáa lykilin. So funnu teir eina tunnu við lýsi, sum gjarðirnar vóru sprungnar av. Bygdarmenninir góvu hann upp fyri øvrigheitini í Havn, og tá fór Giljagarður undir kong.
"Ró nú, Snopprikkur!" verður stundum sagt í spølni við ein, ið strevast við sovorðið arbeiði, sum hann ikki kann fáa bilbugt við. Frásøgn er um, hvussu hetta orðtakið kom upp.
Giljabóndin og Snopprikkur vóru farnir í handilsferð til Havnar. Har hitti bóndin eina konu úr Fugloy, sum beyð seg til hansara í uppgávu. Hon átti jørð í Suðuroy og hevði nógv í viðføri. Hann gav seg til, tók hana heim við sær í farinum og setti hana fram í skut oman á førningin. Teir sigldu suður eftir, og giljabóndin bað Snopprikk ansa sær eftir uppgávukonuni har frammi. Snopprikkur fór tá fram um seglið og setti seg hjá henni. Alt versnaði veðrið eftir veginum; frekur stormur kom á teir, og streymurin gekk frá teimum við. Tá ið teir fóru um Suðuroyarfjørð, var ódnarveður og rótan í sjónum. Meira teir oystu, hvaðna meira kom inn. Teir máttu blaka fyri borð av førninginum, hvat teir kundu. Bóndin rópar á Snopprikk og biður hann skunda sær at kasta út oman av góðsinum har frammi. Tað fyrsta, Snopprikkur kastar fyri borð, er uppgávukonan. Bóndin rópar aftur á hann og biður hann fjálga sær væl um beinini á teirri gomlu: hon stirðnar har frammi. Snopprikkur sigur, at hann hevur fjálgað um bein hennara. "Bannaður, tú hevur fjálgað einsvegna." Teir slitu til lands og løgdu at yviri á Botni í Hvalvíkini í tí staðinum, sum nú eitur "Giljabóndans støð" - tað var einasta støðin, lendandi var í. Bládýpi er út fyri klettin har. Giljabóndin bað Snopprikk fara aftur í skut og hava bátinum við, meðan hinir skipaðu farmin upp; tí hann var ómóður. Alt var skipað uppúr, árarnar við. Tvær gentur sótu afturi í skuti hjá Snopprikki; onnur var dóttir Vísa Pæturs við Kvíggjá í Sumba, onnur var hansara egna dóttir. Giljabóndin vildi hava dóttur Pæturs upp á land, men hon vildi ikki fara frá hinari. Áðrenn nakar vardi, tók bóndin og rendi bátin út frá. "Ró nú, Snopprikkur!" rópaði hann eftir honum. Men streymurin setti út eftir, og ikki var meira enn tann eina árin, ið Snopprikkur hevði, eftir í bátinum, so ikki var hugsandi hjá honum at vinna til lands.
Frætt er, at Snopprikkur og genturnar róku til Hetlands, men ongantíð kom hann aftur til Føroya. Genturnar, sum báðar søgdust at vera vakrar, helst Snoppriksdóttir, giftust í útlondum. Sumbiargentan kom heim aftur at vitja eina ferð. Pápin og beiggjarnir vóru út at rógva, og tá ið teir komu aftur, søgdu tey hinum gamla, at ein útlendsk kona var komin til Kvíggjáar at gista. Hetta helt Pætur ikki bera til. Tá ið hann kom inn við fiskaleypinum, og eingin var til hendis at taka av honum, kundi hon ikki ráða sær, men sprakk upp og rópaði: "Á pápi, eg skal taka av tær!" Við brøðurnar, sum vildu stoyta fiskin á gólvið úr leypunum, segði hon, at tað var synd, og bað teir breiða okkurt undir. Tá ið teir søgdu, at teir høvdu einki, bað hon teir taka fyriklæði sítt og fór sjálv at leita eftir øðrum til at breiða undir: "Tað var ikki siður, hvar hon kom frá, at blaka fiskin á gólvið." Hon var verandi nakra tíð í Sumba, fór so til Havnar og avstað aftur við handilsskipi.
Aðrar frásagnir eru um Jenis Símunarson í Laðangarði. Hann átti triðingin av Sumba og harafturat Skúabølishaga. Konu hevði hann úr Fámjin, og við giftu hansara bar tað so til. Eina ferð, sum hann var útrógvin á miðinum Gomlu Egg vestanfyri Fámjin, brast hann á av landnyrðingi. Jenis sleit til lands, men tá var hann komin til trota, sum hann hevði ovróð seg. Tað var ikki øðrvísi enn, at teir kendu lívsbragd í honum. Hann var lagdur inn í forkirkjuna - fólk hildu hann vera deyðan - men ein genta, sum hevði verið góð við hann, tók hann heim til sín, gav honum heitt at drekka og heita song at liggja í, so hann kom til lívs aftur. Síðan tók hann hana til konu.
Stórbærur maður var Jenis. Brúdleyp hansara er eitt tað tiltiknasta, í Føroyum hevur verið. Hann læt bjóða um alla Suðuroy í brúdleyp sítt øllum uttan tjóvum og skálkum, og so kom øll oyggin, alt, sum ragga kundi, tí eingin vildi sita eftir sum tjóvur ella skálkur. Nøgd av seyði bant hann niður til brúdleypsmats, tríati geldseyðir úr einum fylgi úr Mýrabyrgi - fullur gamalseyðakjaftur í øllum; ikki lambstonn í heysi. Tó skuldi einki vera til avlops. Borðreitt var úti á Kelteigum, tí lítið fólk av miklum var tað, ið inni rúmaðist. Summar var og veðrið gott. Fleiri brennivínstunnur vóru, sum ovari botnurin var sligin úr, og træker flutu omaná til at drekka úr. Tá ið Jenis kom úr kirkjuni við brúðrini, klæddur í reyða skarlaksskikkju, møtti hann tveimum fámningum, Jansa-guttunum báðum, í skinnstúkubulum og helt við teir, at hann hevði ongum skinnbulum boðið. Teir tóku sær tykni av hesum og gjørdu ikki vandari enn, at teir fírdu brúðgómin í ein køst. Síðan hevur hesin køsturin verið nevndur Brúðarhúskøsturin. Gróthúsið, sum brúdleypskjøtið var goymt í, nevnist enn á døgum Brúðargróthúsið.
Jenis í Laðangarði og Pætur við Kvíggjá (Vísi Pætur Gunnarsson) áttu sjey og tjúgu merkur í felagi, Jenis átti Mýri og Hólmskorar, Pætur átti Blæingina, ið omanfyri er. Men tá ið út leið ímóti skurðtíð, fór Jenis eystur á skørðini, ið uppi yvir Blæingini eru, beitti grót niður á seyðin, ið á Blæingini stóð, rak hann niður av einum hamri inn á Mýrabyrgi og bant so eitt árið tríati geldseyðir niður frá Pæturi (Mýrabyrgið, sum Jenis hevði latið gera, lá báðumegin markið). Í endanum leiddist Pæturi at hava felag við Jenis og fekk hann til at býta sundur. Tá var Jenis vorðin gamal og fallin frá sjálvur. Hann bað son sín, Símun, taka fyri seg; men tó helt hann við hann, at: víst var Mýri og Hólmskorar fosturmamman góð, men ikki átti hann at ganga frá teirri høgu (Blæingini); tí tá ið hann kom upp á Bøllheyg, tá lætnaði undir fótunum. Símun tók, sum pápi hansara ráddi honum.