Eingin bygging, sum kemur undir reglurnar í byggisamtyktini, má fara fram uttan skrivligt loyvið frá byggivaldinum.
Umsókn um byggiloyvið skal verða skrivlig, og hjálagt skulu verða allar neyðugar tekningar, so sum støðuplanur, flatmyndir, tvørskurir, eins og aðrar neyðugar upplýsingar.
Tekningar og útrokningar skulu verða latnar av fólki, sum byggivaldið heldur hava nóg góðan kunnleika til tess.
Byggiloyvið er tíðarbundið til tvey ár og kann vera avmarka til bert at fevna um fyrireikingar til bygging, grevstur, spreinging, stoyping av undirstøði v.m.
Áðrenn farið verður undir arbeiðið, skal fráboðan vera givin byggivaldinum í góðari tíð.

Tað er heldur ikki loyvt at taka niður bygging uttan loyvið frá byggivaldinum. Á kommunuskrivstovuni fáast allar neyðugar upplýsingar í samband við byggiloyvið.