Skattur
 
Fíggjarætlanin hjá kommununi fyri árið 2012, var á kommunustýrið fundinum tann,13. November 2011, endaliga samtykt við 3. viðgerð. 

 

 

 

Skattaprosentið verður 20,0 %, og barnafrádrátturin 5.500 kr. fyri hvørt barnið,

skattaprosentið og barnafrádrátturin, eru óbroytt frá 2011.

Skattainntøkurnar eru mettar til 8.365.950 kr. komandi ár, sum er uml. 260 túsund

krónur meiri enn árið framman undan. Fíggjarætlanin javnvigar við 8.908.350 kr.

sum er heilu 6.2 milliónir krónur minni enn undanfarna árið.

Rakstrarkostnaðurin fyri komandi ár verður 5.953.659 kr., hetta er uml. 100.000 kr.

meiri enn undanfarna árið.

Tær kommunalu íløgurnar fyri 2012 er 2.045.000 kr., sum er uml. 6 milliónir krónur

minni enn árið frammanundan. Hendan minking kemur serliga av Almanna og

Heilsumálum, her uppí er nýggja Røktarheimið Hamragarður í Vági. Somuleiðis sum

kommunal virki minkar við uml. 2.2 milliónum krónum.

Tær uml. 2 milliónir krónurnar sum eru avsettar í fíggjarætlanini til komandi ár,

verða brúktar til at gera ábøtur og umvælingar á bygningar og ymisk verkløg hjá

kommununi, her undir vegir og skúlar.

Fíggjarstøðan hjá kommununi er góð.

Kommunan eigur uml. 3.4 milliónir krónur innistandandi á bók. Kommunan hevur

eina langfreistað skuld uppá kr. 453 túsund krónur, harafturat kemur so lántøka

uppá uml. 2.8 milliónir krónur, (er ikki endaliga uppgjørt enn) sum er nýggj lántøka í

samband við nýggja Røktarheimið Hamragarður í Vági.