berghol

 

Í longri tíð hevur kommuna arbeitt við, at fáa øllum borgarunum í sóknini vatn úr Sumbiarbergholinum. 

 

 

 

Tað eru nú, nøkur ár síðani borgararnar í Lopra og Økrum, fingu vatnið úr bergholinum.

Landsverk eru í ferð við at gera nýggjar mátingar yvir hvussu nógv vatn kemur úr bergholinum,
hetta er krav frá almennu myndugleikunum sum vil hava hesar nýggju mátingarnar gjørdar, áðrenn endalig loyvir vera givin kommununi.Vatn

Kommunan hevur fingið upplýst frá Landsverk, at hesar nýggju mátingarnar vera lidnar síðst í desember 2011.

Kommunan ferð í holt við at leggja vatnveiting úr Sumbiarbergholinum til Sumbiar, so skjótt neyðug loyvir eru fingin til vega.

Kommunan veit ikki á núverandi støði, at siga nær borgararnir í Sumba kunnu vanta, at vant úr Sumbiarbergholinum kemur at renna úr teirra kranum.

Íløgan vil kosta uml. 2 milliónir. Í hesum sambandi verður kommunan noydd til at upptaka lán.