val

Sambært kunngerð nr. 26 frá 23. mars 2012 um vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging verður fólkaatkvøða hildin í øllum kommunum um kommunusamanlegging hósdagin 3. mai 2012.

Fólkaatkvøðan verður í stóran mun skipað eftir sama leisti sum til kommunuval, tó við einstøkum broytingum. 

Valrætt til fólkaatkvøðuna hava tey sum valdagin lúka treytirnar fyri valrætti til kommunuval. Sambært § 6 í kunngerðini er til fólkaatkvøðuna – eins og galdandi er til kommunuval – møguleiki hjá borgarum at atkvøða við brævi. Atkvøðast kann við brævi til og við dagin fyri fólkaatkvøðuni, mikudagin 2. mai 2012, men brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

Á fólkaatkvøðuni verður atkvøtt fyri ella ímóti, um nevndu øki verða skipað sum ein kommuna í sambandi við, at málsøki ætlandi verða løgd til kommunurnar at umsita.

Spurningurin, veljarin skal taka støðu til, er: Í øki 1: "Tekur tú undir við, at Norðoyggjar, t.e. Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna".

Í øki 2:

"Tekur tú undir við at Eysturoy t.e. Fuglafjarðar, Eystur-, Nes , Runavíkar og Sjóvar kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna".

Í øki 3:

"Tekur tú undir við, at Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna".

Í øki 4:

"Tekur tú undir við, at Streymoy, t.e. Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommuna, verða skipaðar sum ein kommuna".

Í øki 5:

"Tekur tú undir við, at Vágar, t.e. Sørvágs og Vága kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna".

Í øki 6:

"Tekur tú undir við, at Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna".

Í øki 7:

"Tekur tú undir við, at Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna".

Sambært § 6 stk.2 skal atkvøðast við brævi soleiðis: Hann, sum atkvøður fyri, skrivar orðið "Ja" á brævatkvøðuseðilin; hann, ið atkvøður ímóti, skrivar orðið "Nei" á brævatkvøðuseðilin.

Í fylgiskrivinum til spurningin um, hvat val tað snýr seg um, skal veljarin seta kross í teigin framman fyri orðið "bygdaráðs/býráðsval"

Innlendismálaráðið