Bygdarráðið hevur gjørt av, at hava almennan ruddingardag leygardagin 12. mai 2012.
Ruddingardagurin byrjar við morgunmati í dansistovuni kl. 9.30, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.
Farið verður runt bygdina, har tikið verður upp leyst pappír, plastikkposar og órudd,v.m.
Umleið Kl. 13.00 – 14.00, savnast vit aftur í dansistovuni har boðið verður til heitan súpan.
Kommunan letur ein plantupakka til hvørt húskið, sum luttaka á ruddingardegnum.
Um bygdin skal verða innbjóðandi nú summari nærkast, er neyðugt at hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.
Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.
Vinarlig heilsan
Sumbiar kommuna