Lýst leyst til setanar frá 1.august 2012.
Søkt verður eftir einum lærara og einum stuðli skúlaárið 2012/13.
1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2012/13 umleið 10 tímar vegna avlopstímar.
Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. 2012.
1 stuðul við námsfrøðiligar ábyrgd 14,8 tímar um vikuna.
Tann sum sett/ur verður skal:
Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
Dugu at samstarva og vera fyrikomandi.
Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.
Vera við til áhaldandi at menna skúlan.
Vera stundisligur og nærlagdur.
Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í:
Støddfrøði 1.2.3. flokk
Landalæru 7. fl.-
Handaverk og list 1-7 fl.
Svimjing og fimleik. 1-7.fl. (svimjiprógv krevst)
Førleika krøv.
Læraraútbúgving, og førleika í viðkomandi lærugreinum. Umsøkjarar við aðrari
viðkomandi útbúgving kunnu eisini søkja.
Lønar og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2.
Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Stuðulstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroy Petagogfelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir:
Umsóknir við avrit av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til Sumbiar skúla, Ovarivegur 9, postrúm 100, 970 Sumba í seinasta lagi fríggjadagin 08. juni 2012 kl.12.
Nærri fæst at vita umstørvini við at venda sær til Arnfinn Bjarkhamar, skúlaleiðara á tlf. 252230/ tlf. 373875 t-postur: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.