Í døgunum frá 05. til 20. juni kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 29. Umsøkjarin skal vera fyltur 14 ár 2.juli og ikki 17 ár 22. juli.
Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.
Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.
Tíðarskeið
Byrja verður 2. Juli 2012, kl. 08.00 (viku 27) og fram til og við 20. Juli 2012 kl. 16.00 (viku 29).
Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at útfylla niðanfyristandandi:
Seinasta freist at melda til er onsdagin 20. juni 2012.
Umsøkjarar skulu búgva í Sumbiar kommunu og vera millum 14 og 16 ár. 27. juni verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.
Arbeiðstíð
Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.
Løn
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.
Sumbiar Kommuna