Kommunuval2012
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært skriv frá Innlendismálaráðnum, dagfest 09. juli 2012 verður kommunustýrisval í Sumbiar kommunu týsdagin 13. november 2012.

Ein valevnislisti kann í mesta lagi hava 9 valevni og skal verða
undirskrivaður av í minsta lagi 10 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum.
Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu verða á sama lista, sum valevnini eru
skrivað á.

 

Hjálagdur skal verða ein serligur listi yvir stillarar, hvar teir skilliga eru
lýstir við navni, starvi og bústaði.

Ein persónur kann bert verða stillari á einum lista.

Valevnislistar skulu latast inn til býráðsskrivstovuna ella velnevndarformannin,
Amy Bech í seinasta lagi 23. oktober 2012 kl. 18.00 av einum stillara.

Uppskot um, hvussu ein valevnislisti eigur at verða settur upp, kann verða
fingið til vega við at venda sær til býráðsskrivstovuna ella
valnevnndarformannin. Víst verður eisini til: www.imr.fo

Avgreiðslutíðirnar á kommunustovuni eru mánadag til fríggjadag millum 10.00
til 12.00.

Kommunuskrivstovan hevur tann 23. oktober 2012 opið til kl. 18.00

Sumba, tann 27. september 2012.

SUMBIAR KOMMUNA