Eins og undanfarnu árini, hevur Sumbiar Kommuna læti jólapakkar til hvørt húskið í kommununi.
Sostatt er talan um 3 árið á rað, at Sumbiar Kommuna hevur læti jólapakkar.
Bygdarráðslimirnir koyrdu út til hvørt húski í Kommununi, har teir deildu út jólapakkarnar til borgararnar.
Í pakkanum var ein dunna, ein karamellu eskja og álmanakkin hjá Lions Suðuroy fyri komandi ár (Suðuroyarkalendarin 2011).
Um so er, at onkur ikki hevur fingið jólapakka, verða tey vinarliga biðin um at boða kommununi frá.