fyrverk

Nýggjársaftan vilja okur í Nýggjársnevndini bjóða øllum bygdafólkunum hjartaliga vælkomin til nýggjárshald í Sumba.

Savnað verður inn til bálið 31-12-12 frá  Kl.12.00 og framm til kl.17.00. Fakklar verða gjørdir í garasjuni í Kommunuhúsinum frá kl.14. Øll eru vælkomin at hjálpa til at gera fakklar.

Sum nakað nýtt, hava okur eisini fingið fakkulhaldarir og hesir eru at fáa til keyps fyri 100 Kr. stk. Tey sum ynskja at ogna sær ein fakkulhaldara, kunnu venda sær til Jógvan  Kjærbo tlf. 21 32 52 ella André Kjærbo tlf. 28 88 77. NB. Tað er avmarkað nøgd av fakkulhaldarum.

Bálið verður tendrað kl.24.00 og tey sum vilja vera við at bera fakkul, skulu møta á Ólafløtti kl.23.40.

Eftir bálið verður ein hugnaløtu í Samkomunhúsinum. Bjóða verður suppa og flutes, og omaná verður kaffi og køka. Møguleiki verður at keypa øl og sodavatn.

Til síðst vilja okur í Nýggjársnevndini heita á alt bygdafólkið um at møta fjølmet.

Komið og hjálpi okum við at gera Nýggjárshaldið í Sumba til eitt afturvendandi tiltak, har okur øll saman, fara inn í nýggja árið.

Nýggjársnevndin.