Skatt voksturSumbiar Kommuna hevur størri skattainntøku bæði í januar og februar 2014, samanborið við somu mánaðirnir í 2013.

 

Sambært uppgerð frá TAKS, hevur Sumbiar Kommuna eina meir inntøku í januar 2014 í mun til januar 2013, uppá 35.348 kr, tað er ein vøkstur uppá 5,33 %.

Í februar 2014 hevur Sumbiar Kommuna eina meir inntøku uppá 51.070 kr, tað er ein vøkstur uppá 7,25 %, í mun til februar 2013.

Tað gevur kommununi ein vøkstur í inntøkunum hesar báðir fyrstu mánaðirnir í 2014, uppá 86.418 kr. svarandi til 6,32 %, samanborið við sama tíðarskeið í 2013.

Sumbiar Kommuna