Í døgunum frá 10. til 20. juni kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 30. Umsøkjarin skal vera fyltur 13 ár 1.juli og ikki 17 ár 21. juli.
Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.
Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.
Tíðarskeið
Byrja verður 30. juni 2014, kl. 08.00 (viku 27) og fram til og við 25. juli 2014 kl. 16.00 (viku 30).
Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at útfylla niðanfyristandandi:
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 20. juni 2014.
Umsøkjarar skulu búgva í Sumbiar Sóknar kommunu og vera millum 13 og 16 ár. 27. juni verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.
Arbeiðstíð
Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.
Løn
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.
Sumbiar Kommuna