Fíggjarætlanin hjá kommununi fyri árið 2015, er endaliga samtykt.
í fíggjarætlanin fyri komandi árið.
Fíggjarætlanin hjá kommununi fyri árið 2015, var á kommunustýrið fundinum tann, 30. November 2014, endaliga samtykt við 2. viðgerð.
Skattaprosentið verður óbroytt 20,0 %. Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 kr. upptil 6.500 kr. fyri hvørt barnið.
Harafturat er samtykt at kostnaðurin fyri barnaansing hjá foreldrum í sóknini, verður broyttur soleiðis, at gjaldi fyri tað fyrsta barni verður 1.500 kr. (ein lækking á uml. 21%) og næsta barnið verður 750 kr. gjald fyri eftirfylgjandi børn verður 0 kr.
Skattainntøkurnar eru mettar til 9.215.197 kr. komandi ár, sum er uml. 450 túsund krónur meiri enn árið framman undan. Fíggjarætlanin javnvigar við 15.424.103 kr. sum er 4.5 milliónir krónur meiri enn undanfarna árið.
Rakstrarkostnaðurin fyri komandi ár verður 11.600.250 kr. hetta er uml. 5.366.174 kr. meiri enn undanfarna árið. Vøksturin kemst serliga av eldraøkinum sum komandi ár verður lagt út til kommununa.
Tær kommunalu íløgurnar fyri 2015 er 2.872.871 kr. sum er uml. 900.000 krónur minni enn árið frammanundan. Íløgurnar verða nýttar til liðuggerðin av vatnveitingini úr Sumbiarbergholinum. Og aðrar íløgur verða somuleiðis brúktar til at gera ábøtur og umvælingar á bygningar og ymisk verkløg hjá kommununi, her undir vegir og skúlan.
Eisini verða íløgur á uml. ½ millión krónur avsettar til nýtt spælipláss í Sumba og Lopra.
Aftur komandi ár eru 100.000 krónur settur av til "ung í arbeiði" fyri at tryggja teimum ungu borgaranum nakrar arbeiðsvikur næsta summar.
Fíggjarstøðan hjá kommununi er góð. Kommunan eigur uml. 2.5 milliónir krónur innistandandi á bók. Kommunan hevur eina langfreistað skuld uppá 4.5 milliónir krónur.
Tann langfreistaða skuldin er eitt rentufrítt lán, sum kommunan tók í samband við Røktarheimið Hamragarður í Vági.
Sumbiar kommuna